Okkara gjaldskipan er tíverri óvirkin í løtuni, og tí ber ikki til at skráseta ella endurnýggja økisnøvn í løtuni. So leingi hesin trupulleikin varar, verða ongin økisnøvn strikað.

Fyribils kanst tú skráseta og endurnýggja økisnøvn her.

Hevur tú spurningar um eitt hvørt, ert tú vælkomin at skriva til okkara á okisnavn@okisnavn.fo ella ringja á 89 89 00 gerandisdagar millum kl. 10-12 og 13-15.
Haldið okkum til góðar.

 

Please be advised that we are currently encountering issues with our payment provider.
In the meantime you can register and renew domain names here.

Nýggjastu tíðindi

Register or renew domains

Please be advised that we are currently encountering issues with our payment provider. Until this matter is resolved, domains will not be deleted or suspended. We apologize for any inconvenience…

Sí meira

Gjaldskipanin er í ólagi

Okkara gjaldskipan er tíverri óvirkin í løtuni, og tí ber ikki til at skráseta ella endurnýggja økisnøvn í løtuni. So leingi hesin trupulleikin varar, verða ongin økisnøvn strikað. Fyribils kanst…

Sí meira

Hvat er DNSSEC?

DNSSEC (Domain Name System Security Extensions) er við til at tryggja, at økisnavnið vísir til røttu heimasíðuna. Tá DNSSEC er aktiverað, er atgongdin til tína heimasíðu tryggjað við einum lykli, so tey vitjandi ikki kunnu beinast til eina falska síðu.

Tosa við tín heimasíðuveitara, og bið tey virkja DNSSEC á tínum økisnavni.

Skalt tú stovna fyritøku? Minst til økisnavnið

Mong stovna sær fyritøku uttan at kanna, um økisnavnið er tøkt. Tá fyritøkan er stovnað og pappírini eru klár, kann tað tískil henda seg, at økisnavnið er tikið. Tí er tað av stórum týdningi fyrst at kanna, um økisnavnið sum tú ætlar tær, er tøkt.

Fyri at stovna eitt økisnavn, er neyðugt við einum brúkara á økisnavn.fo. Tá tú hevur stovnað tær ein ókeypis brúkara, kanst tú keypa tær eitt økisnavn.